Marius er ein føroyskur tónleikabólkur. Í november 2005 vann bólkurin føroysku GBOB kappingini,[1] og tá gjørdist Marius eitt kent navn millum føroyingar. Í GBOB heimsfinaluni í London í desember 2005 fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland og Ísland. Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið. Marius hevur framført á festivalum og konsertum bæði í Føroyum og í øðrum londum. Eitt hava teir fleiri ferðir framført á føroyska G! Festivalinum.[2]