Fiskur

Fiskur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Chondrichthyes & Actinopterygii

Fiskur er ryggdýr við fjaðrum og sterti ið livir í vatni el. sjógvi og andar vanliga við táknum. Fiskar eru ofta eitrandi. Tí eru fleiri sløg vandamikil at eta. Tann hættisligasti fiskurin er blásifiskurin, sum hevur eitt eitur, sum kallast tetrodoxin. Tað skal bert 0,1 gramm av eitrinum til at drepa eitt vaksið folk eftir 20 minuttum. Fiskurin sjálvur fær ikki skaða av eitrinum. Sjálvt um fiskurin er eitrandi, verður hann hildin at vera ein sannur leskibiti í m.a. Japan. Hesin serligi fiskarætturin kallast fugu. Kokkar eru fleiri ár um at læra seg at skera eitrandi partin av fiksinum burtur uttan at eitra restina av fiskakjøtinum. Hóast størt varsemi, verða fleiri fólk á hvørjum ári eitraði, tí tey eta fugu [1].

Orðið fiskur verður nýtt í ymiskum týdningum. Fyrr merkti tað alt, sum kundi fiskast, eitt nú skejladýr, høgguslokkar, vanligur fiskur og viðhvørt eisini hvalur. Í vísindaligum høpi verður orðið nýtt um hávar og beinfiskar umframt aðrar bólkar av fiski. Í havinum eru funnin 59% av øllum fiskasløgum, men heili 41% eru í vøtnum og áum, sum í vavi ikki eru meira enn umleið 1% av jarðflatanum. Eitt prosent av fiskasløgunum er ein part av lívinum í sjógvi og seinni í vatni, til dømis állur. Onnur fiskasløg sum t.d. síl og laksur eru fyrst í vatni og síðan í sjógvi. Okkurt fiskaslag kann skifta millum sjógv og vatn eftir vild, eitt dømi um tílíkt fiskaslag er kombikk. Í heimshøpi eru skrásett umleið 26,000 fiskasløg, og av teimum eru uml. 240 undir Føroyum. Av teimum sløgunum eru tey flestu beinfiskar.

Støddin á fiskasløgunum er sera ymisk. Norskahvoysa (Phrynorhombus norvegicus) og stubbar (Gobiidae) verða ikki meira enn ávikavíst umleið 12 og 7 cm long, men kalvi er tann størsti beinfiskurin. Hann kann gerast upp til uml. 3 m. langur. Tunfiskar (1-3 m.) eru eisini stórir, men eru bert í føroyskum sjógvi ávísar partar av árinum. Tann størsti bróskfiskurin í føroyskum sjógvi er brugda, sum gerst yvir 12 m. long. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: Av teimum kunnu nevnast svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum.

Fiskivinnan er týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum.
  1. http://www.nytimes.com/1981/11/29/travel/one-man-s-fugu-is-another-s-poison.html

Developed by StudentB