| |||
Tjóðarslagorð: Te Mauri, Te Raoi ao Te Tabomoa | |||
Tjóðsangur: Teirake Kaini Kiribati | |||
Alment mál | Enskt og kiribatiskt | ||
Høvuðsstaður | Tarawa Teinainano | ||
Forseti | Taneti Maamau | ||
Varaforseti | Teuea Toatu | ||
Fullveldi | 12. juli 1979 (úr Stórabretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
811 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
103,500 135/km² | ||
Gjaldoyra | Kiribatiskur dollari | ||
Tíðarøki | (UTC+12, +13, +14) | ||
Økisnavn á alnetinum | .ki | ||
Telefonkota | +686
| ||
Kiribati er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Tarawa Teinainano (South Tarawa). Oyggjarnar í Kiribati eru tilsamans støddar sum Streymoy, Suðuroy, Nólsoy og Vágar, ella eitt sindur meiri enn hálvar Føroyar. Men tað er so langt ímillum oyggjarnar í Kiribati, at sjóøkið er líka stórt sum alt India. Í Kiribati búgva umleið 100.000 fólk. Til Mikronesia, sum merkir “tær smáu oyggjarnar”, hoyra londini Guam, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið, Belau, Nauru og Kiribati.
Í Kiribati eru 33 oyggjar, sum eru spjaddar um eitt øki á 3.500.000 km², sum er 3.800 kilometrar kring Ekvator. Talan er um 32 kolralloyggjar og eina oyggj, Banaba. Navnið verður úttalað /kiribas/, sum er ein mikronesisk broyting av tí fyrrverandi enska navninum fyri tann stóra oyggjabólkin The Gilbert Islands. Umframt Gilbertoyggjarnar so eru aðrar oyggjar í Kiribati, tær flestu av Linjuoyggjunum eru partur av Kiribati, oyggin Banaba og so oyggjabólkurin Føniksoyggjarnar, sum eru nærum óbygdar.
Í 1892 gjørdist Gilbertoyggjarnar partur av tí bretska protektoratinum saman við Ellice Islands. Gilbertoyggjarnar gjørdist eitt hjáland í 1916 og fingu sjávstýri í 1971.
Almenn mál í Kiribati eru enskt og Kiribatiskt, sum er eitt mikronesiskt mál.
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
Melanesia : Fidjioyggjar · Papua Nýguinea · Nýkaledónia · Sálomonsoyggjar · Vanuatu
Mikronesia : Guam · Kiribati · Marshalloyggjar · Norðaru Marianaoyggjar · Mikronesiasamveldið · Nauru · Palau
Polynesia : Amerikanska Sámoa · Cooksoyggjar · Franska Polynesia · Hawai'i · Nýsæland · Niue · Pitcairnoyggj · Sámoa · Tokelau · Tonga · Tuvalu · Wallis- og Futunaoyggjar