Melodifestivalen

Melodifestivalen er ein afturvendandi svensk tónleikakapping, sum Sveriges Television skipar fyri. Vinnarin av kappingini gerst umboð Svøríkis til tað evropeisku tónleikakappingina Eurovision Song Contest (ESC). Síðan 1959 er artisturin og íkastið hjá Svøríki valt út í einari tjóðarfinalu, uttan árini 1964, 1970 og 1976. Hesi trý árini luttók Svøríki ikki av ymiskum orsøkum. Síðan 1967 hevur tjóðarfinalan í Svøríki havt heitið Melodifestival, sum í 2001 varð broytt til Melodifestivalen. Sjónvarpssendingin er ein av teimum mest sæddu í Svøríki. Metið fyri hyggjaratølum var sett í 2006, tá ið 4.242.000 fólk hugdu.

Innan Eurovision Song Contest hoyrir Svøríki til tey lond, ið hava havt størstan framburð við fimm vinnarum, einum øðrumplássi og fimm triðjaplássum. Umframt tað er Svøríki eisini enda á aftasta plássi tvær ferðir, og harafturat hevur Svøríki einaferð mist eitt finalupláss gjøgnum kvalifiseringsrunduna. Svøríki er eisini eitt av teimum londunum, ið hava kappast flest ár í ESC.


Developed by StudentB