| |||
Tjóðarslagorð: Yurtta Sulh, Cihanda Sulh | |||
Tjóðsangur: İstiklâl Marşı | |||
Alment mál | Turkiskt | ||
Høvuðsstaður | Ankara | ||
Forseti | Recep Tayyip Erdoğan | ||
Varaforseti | Fuat Oktay | ||
Fullveldi | 29. oktober 1923 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
814 578 km² 1,3 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
76 667 864 94/km² | ||
Gjaldoyra | Turkisk Lira (TRY) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .tr | ||
Telefonkota | +90
| ||
Lýðveldið Turkaland (Turkiskt: Türkiye Cumhuriyeti) er bæði í Evropa og Asia, og smalt sund er ímillum evropeiska og asiatiska partin. Turkaland hevur mark við Svartahav í norðri, Bulgaria og Grikkaland í vestri, Sýria og Irak í suðri, og við Iran, Armenia, Aserbadjan og Georgia í eystri. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur av máttmikla Osmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæði islamskir og kristnir siðir hava djúpar røtur. Turkaland hevur uml. 71,8 mió. fólk (juli 2008). Yvir 11,3 mió býr í Istanbul. Istanbul er størsti býur í Turkaland. Høvuðsstaður er Ankara við 3,9 mió. íbúgvum. Til samans er Turkaland 783 túsund ferkilometrar til støddar. Mong ferðafólk koma til Turkalands. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 12,900 (sbrt. CIA World Factbook Archived 2016-05-27 at the Wayback Machine). Tjóðardagur er 29. oktober.